Fólkaflokkurin hevur lagt fyri tingið uppskot um at taka av havnarstongsulin ímóti russiskum skipum í føroyskum havnum.
Fólkaflokkurin sigur, at endamálið við uppskotinum er at loyva øllum russiskum fiskiskipum at koma í havn í Føroyum og loyva føroyskum veitarum at veita teimum allar tær tænastur, sum fiskiskipini hava brúk fyri.
– Hóast Føroyar hava gjørt fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2024, er rættast at staðfesta, at fiskiveiðuavtalur ikki eru umfataðar av avmarkandi tiltøkum í sambandi við atgerðir móti Ukraina, eins og útflutningur av fiska- og matvørum. 12. juli 2023 bleiv ein avmarkaður havnastongsil settur í verk. Russisk fiskiskip blivu avmarkaði í at koma til lands, og heldur ikki fingu tey møguleika at fáa tænastuveitingar, tó eru m.a. bunkringar undantiknar, sigur Fólkaflokkurin og leggur afturat:
– Tað hevur tó ikki ávirkað russisku fiskiskipini nakað, tí tænasturnar hava tey í staðin fingið úr okkara grannalondum. Eftirlitið við teirra fiskiskapi hevur eisini verið avmarkað, av tí at umskipan fer fram á opnum havi nú. Avmarkingarnar hava tí ikki ávirkað russarar, men heldur havt neiligar avleiðingar fyri føroyingar. Russar eru vanir at umskipa á opnum havi, og tað tók drúgva tíð at fáa teir at góðtaka at koma í føroyska havn at umskipa og keypa tænastur. Tað er lættari at hava eftirlit, tá skipini koma í føroyska havn. Tað er tryggari at bunkra. Tað er stórur vandi fyri oljudálking, tá bunkrað verður á opnum havi. Hetta sóu vit eisini, áðrenn skipini komu í føroyska havn. Tað at skipini komu í føroyska havn, legði nógvar pengar eftir seg til føroyskar havnir og føroyskar veitarar, sum frammanundan eru vanir at veita tænastur til fiskiskip.
– Tá føroyingar valdu, sum rætt var, at gera fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2024, eiga vit eisini at venda aftur til tað virksemi, sum vit høvdu, áðrenn vit settu avmarkandi tiltøk í verk móti russiskum fiskiskipum. Tó varðveitir landsstýrismaðurin allar aðrar heimildir at seta avmarkandi tiltøk í verk mótvegis Russlandi, ið lógin heimilar honum
Ukrainska sendistovan í Danmark harmast, at Føroyar hava gjørt fiskiveiðuavtalu við Russland.











