Landsfelagið hjá pensjónistunum sleppur ikki at vera við í arbeiðnum at gera eina nýggja pensjónsskipan.
Tað staðfestir Arne Thorsteinsson formaður í Landsfelagnum hjá pensjónistunum, á eldraráðstevnu í Havn í dag.
Í nógv ár hava politikararnir arbeitt við at gera eina pensjónsnýskipan og í hesum sambandi hevur landsfelagið hjá pensjónistunum fleiri ferðir biðið landsstýrið um at sleppa við í nevndina, sum skal gera nýskipanina. Men tað vil landsstýrið ikki og tað undrar Arna Thorsteinsson almikið.
- Politikararnir siga, at tað sjálvsagt, at fiskivinnan er við í arbeiðnum at gera eina fiskivinnunýskipan. Men tað er heilt ómøguligt at lata pensjónistar vera við í arbeiðnum at gera eina pensjónsnýskipan, helt hann turrisliga fyri.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvina í almannamálum, vísir hesum aftur. Hon váttar, at pensjónistafelagið er ikki við í nevndini, sum skal gera eina pensjónsnýskipan. Hetta er tí, at talan verður um eina nevnd við umboðum úr teimum politisku flokkunum.
- Endamálið er at finna eina politiska semju um eina pensjónsnýskipan. Men tá ið ein semja er funnin, fær pensjónistafelagið ríkiligt høvi til at gera sínar viðmerkingar til semjuna, sigur Eyðgun samuelsen.
Arne Thorsteinsson sigur, at tað als ikki tað sama at vera við í arbeiðnum at gera nýskipanina, og bara at fáa høvi til at gera viðmerkingar til hana, tá ið hon er liðug.
- Eru vit heppin, verður skrivið lagt við, tá ið uppskotið verður lagt fyri løgtingið, sigur hann.
Men hann heldur eisini, at tá ið uppskotið er skrivað, er ringt at fáa broytingar og tí vil hann, at landsfelagið hjá pensjónistunum skal fáa ávirkan á arbeiðið at gera sjálvt uppskotið.
- Vit liva í einum fólkaræði, og sjálvandi verður pensjónistafelagið spurt, og sjálvandi fara vit at tosa við pensjónistafelagið um nýskipanina, kvittaði Eyðgun Samuelsen.
Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at í samgonguskjalinum stendur, at í sambandi við eina fiskivinnunýskipan, skal ”Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum” skal setast at gera politiska myndugleikanum eitt tilmæli um eina nýskipan.










