? Kommunurnar í Eysturoynni skulu ikki leggjast saman.
? Men verða tær tvingaðar at leggja saman, verður onki annað góðtikið, enn at øll oyggin, sum hon er, verður ein kommuna.
Hetta er tann greiða niðurstøðan á fundinum, sum bygdaráðsformenninir í fimm kommunur í Eysturoynni hildu mikukvøldið um kommunusamanlegging.
Tað vóru formenninir á Strondum, á Nesi, á Skála í Lorvík og í Gøtu, sum hittust mikukvøldið at viðgera spurningin um at leggja kommunur saman.
Og teir eru samdir um, at mæla frá, at leggja kommunur í Eysturoynni saman.
Teir halda, at skulu kommunur leggja saman, skulu tær gera tað sjálvbodnar.
? Annars fæst onki fruktagott burturúr.
?Men verða vit tvingað at leggja saman, góðtaka vit onki annað, enn at øll Eysturoyggin, sum hon er, verður ein kommuna.
Ein av bygdaráðsformonnunum, Eivind Jacobsen á Strondum, sigur, at kommunurnar halda at styrkin í lokalsamfelagnum verður best gagnnýtt í tí kommunala bygnaðinum, sum nú er.
? Somuleiðis halda vit, at tað veruliga nærdemokratiið hjá borgarunum verður best varðveitt sum er.
? Fyri nærdemokratiið er tað ongin munur á at leggja eina umsiting í Havn og at leggja hana í ein eysturoyar høvuðsstað í t.d. Runavík.
? Tí tað, sum ikki er heilt nær við, kann akkurát tað sama verða heilt langt frá.
Hann leggur afturat, at tær miðalstóru kommunurnar fara framyvir eisini at klára fleiri uppgávur, um tær verða lagdar út.
? Tað er óneyðugt at miðsavna kommurnunar fyri at leggja fleiri málsøki út til kommunurnar.
? Tí vit kunnu saktans átaka okkum fleiri fyrisitingarligar uppgávur, uttan at leggja saman.
? Møguliga skulu vit so seta eitt hálvt, ella eitt fólk afturat í starv.
Ein lítil og ein stór
Eivind Jacobsen sigur, at teir fimm bygdaráðslimirnir góðtaka t.d. ikki, at Lorvík, Fuglafjørður og Gøta verða ein kommuna.
? Tað gevur onga meining at leggja saman, uttan at talan verður um eina veruliga stóra kommunu.
? Tí leggja vit smáar kommunur saman í kommunur, sum framvegis eru smáar, er tað meiningsleyst.
? Tað er ongin munur á eini kommunu uppá 1.000 fólk og eiri uppá 3.000 fólk
Hann trýr nevniliga ikki uppá, at tað ber til hjá kommunum at umsita mál av týdningi, um tær ikki eru heilt stórar, tí tað krevur nógva umsiting. Og at yvirtaka ymisk málsøki, uttan kvalifiseraða umsiting, er høpisleyst.
? Hinvegin ber tað væl til hjá kommununum at átaka sær fleiri uppgávur enn nú, uttan at leggja saman.
? Vit kunnu t.d. væl átaka okkum barnaansingina.
? Veruleikin er, at kommunurnar umsita alla barnaansininga. Sum er skulu vit bara hava loyvi úr Havn, hvørja ferð, vit skulu gera eitthvørt.
Dýrari og størri umstinging
Eivind Jacobsen heldur annars, at nógv málsøki eru av slíkum slag, at tey, at tey kunnu ikki umsitast lokalt.
? T.d. dugi eg ikki at síggja annað, enn at heilsuverk, sosialmál og undirvísing altíð fara at verða umsiting í miðfyrisitingini.
? Tí tað ber nevniliga ikki til, at vit úti um landið sleppa at gera okkara egnu reglur á slíkum øki. Hvat so grundleggjandi tænastum viðvíkur, er tað neyðugt at hava somu reglar um alt landið.
? Og tað sigur mær so mikið sum, at umsitingin verður í Havn, hóast onkur ?pappír? kanska verða flutt á bygd.
Eivind Jacobsen sigur, at verða fleiri málsøki flutt út um landið, verður tað ikki talan um at flyta umsiting úr Havn.
? Tað einasta, sum fer at henda, er, at umsitingin verður størri og dýrari.
Bygdaráðsformaðurin heldur eisini, at tað er ein sjálvmótsøgn í at siga, at umsiting skal flytast út á bygd, samstundis sum aðalstýrini í miðfyrisitingini verða bygd út av kraft fyri at umsita somu málsøki.
? Hendan gongdin vísir, at ongi útlit eru til, at umsitingin verður bíligari, sigur Eivind Jacobsen.