Lesandi á hægri skúlum í USA vilja nú hava vápn inn í flokshølini at verja seg við. Tað vilja tey eftir mongu blóðugu álopini á skúlar seinnu árini.
Felagsskapurin ?Fjald Vápn á Universitetum? hevur 36.000 limir kring alt USA, og felagsskapurin heldur, at besta verjan ímóti skottilburðum á skúlum er, at næmingar kunnu verja seg við vápnum.
- Vit vilja ikki bara fara í skúla og verða dripin. Um tað vóru fleiri, sum bóru vápn í skúlanum, hevði tað forða fyri massakrum á skúlunum, sigur Eric Kriner, talsmaður fyri felagsskapinum ?Fjald Vápn á Universitetum?.