Vilja hava SL at sigla allar dagar í árinum

Nú vikja tjóðveldisfólkini, Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu, hava skipað soleiðis fyri, at Strandfaraskiupini sigla allar dagar í árinum.

»Vænti ikki ein einasti føroyingur hevði hildið tað vera í lagi, at undirsjóartunnlarnir stongdu ávísar dagar í árinum. Ein heldur halda vit, at nakar hevði mett tað vera skilagott um vegirnar vóru stongdir halgidagar. Hóast hesa sjálvsøgdu útsøgnir, so er støðan í dag, at tað tríggjar dagar í árinum, at strandfaraskipini ikki sigla. Hesir eru páskadagur, jóladagur og langi fríggjadagur«, siga tey bæði í skrivi.

Tíðin er farin frá hesum. Vit skrivað 2013 og sjálvsagt mugu skipini sigla allar dagar, onki annað er rímiligt!

»Samferðslan hevur alstóran týdning í samfelagnum. Við nýggju frambrotunum á samferðsluøkinum, eru áleið 85 % av føroyingum samanbundnir landafrøðiliga, soleiðis at tey kunnu koyra til hvønn annan, tá ið tey ynskja tað. Tey 15 %, sum ikki hava henda møguleika, eru framvegis tengd at strandfaraskipunum«, siga Sirið og Páll.

Umframt, at dagligur tørvur er á støðugum farleiðum gerandisdagar, so er tað kanska serliga, tá ið

fólk hava frídagar, at tey hava tørv á og møguleika at ferðast. Tað eru slíkar dagar, fólk ynskja at

vitja familju og annars hava høvi at vera saman. Somuleiðis hava fólk, sum skulu til arbeiðis, bæði

her heima og sum skulu av landinum, tørv á, at skipini sigla allar dagar.

»Við tí í hyggju, at stórar íløgur eru gjørdar í samferðsluøkið seinastu árini, hevur Løgtingið alment

viðurkent, at samferðslan er ein sera týðandi partur av ynski og tørvi í nútíðarsamfelagnum. Tí átti

tað ikki at verið trupult at viðurkent tørvin hjá teimum, sum sigla. Tey 15 %, sum framvegis mugu

sigla, hava ikki møguleika at fara frá húsum, tá ið tey ynskja tað, men ynskja at kunna ferðast

dagliga. Tænastan hjá teimum, sum sigla verður ongantíð javnbjóðis við hana hjá teimum, sum koyra, men hon kann blíva munandi betri enn í dag«, siga tey bæði.

Ynskiligt er tí at fáa játtan til hesar 3 dagar afturat, og at fáa hesar dagar inn í samráðingarnar við

fakfeløgini. Tí hava undirritaðau lagt fram uppskot um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

»Tað tykist løgið at meðan útjaðarin berjist fyri sigling hvønn dag, so hava onnur øki í landinum ætlanir um ovurhondsstórar útbyggingar og íløgur á samferðsluøkinum. Íløgur sum vit øll eru við til at fíggja, og sum geva fólkunum í hesum økjum møguleika at ferðast tá ið tey vilja. Og hesi somu fólk skilja als ikki, at vit eru nøkur, sum hava tørv á, at tað skal siglast hvønn dag«, skriva Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu.

»Tað er sum um, at tá ið man hevur fingið síni egnu viðurskifti uppá pláss, ja so gloymir man alt um hini... Hetta síggja vit týðuligt í ynskinum um at koyra ókeypis, og ósmædnu røddunum, sum javnan eru frammi um at skerja túratalið hjá Strandferðsluni«, skriva Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu.