Sálarsjúka skal á breddan í valstríðnum til løgtingsvalið. Tað ætla tey í Sinnisbata, sum er felagið fyri fólk við sálarsjúku. Tað siga tey í eini fráboðan til valevnini, nú løgtingsvalið nærkast.
Í hesum sambandi hava tey sett nøkur ávís mál upp, sum tey vilja hava politikarar at viðgera í valstríðnum, og tey eru
– Besta hjálpin,
– Fyribyrging,
– Avvarðandi
– Viðgerðatrygd
– Útgreining
– Opinleiki um sálarsjúku og kunning.
– Sinnisbati heitir á politisku flokkarnarnar, og á valevnini, um at orða ein politikk á sálarfrøðiliga økinum, og at arbeiða fyri at fáa batar á hesum øki í næsta valskeiði.
Sinnisbatsigur í hesum sambandi, at sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er