Tjóðveldið vil nú hava munandi strangari lógir og munandi strangari revsingar fyri oljudálking Í kjalarvørrinum á oljudálkingina frá russiska trolaranum um vikuskiftið, heldur Tjóðveldi at vit eiga at herða krøvini til umhvørvistrygd munandi.
- Dálkingarvanlukkur, sum hendan við Captain Gorbatjov, mugu og skulu ikki henda! sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í umhvørvismálum hjá Tjóveldi í tíðindaskrivi eftir óhappini.
Hon heldur, at tað er eitt álvarsamt brek í okkara umhvørvistrygdarskipan, at einki eftirlit er, tá stór útlendsk skip bunkra olju á firðunum.
Tí heldur hon, at landsstýriskvinnan við umhvørvismálum eigur alt fyri eitt at gera tað ólógligt at bunkra úti á firðunum, so leingi tað ikki er fullgóð trygd fyri, at oljulekar ikki henda. Somuleiðis má eftirlit vera, tá ið stór skip bunkra.
Bjørt Samuelsen heldur eisini, at vit eiga at fáa eina tilbúgvingarlóg, so at eftirlit, bjarging og upprudding verður fullgott skipað.
Samstundis eiga vit at umhugsa, at krevja, at útlendsk skip, ið koma higar at virka og bunkra, skulu gjalda depositum, áðrenn tey koma higar.
Og at enda við Tjóðveldi hava, at oljudálkingar verða munandi harðari revsaðar enn í dag.










