Vilja hava Janus Rein úr tinginum

Framsókn heitir nú alment á Janus Rein, løgtingsmann, um at leggja tingsessin frá sær, soleiðis at næsta fólk á listanum, Hanna Jensen, kann taka sæti á tingi fyri hann. Brævið frá Framsókn er soljóðandi:

»Opið bræv til Janus Rein, tingmann

Vit harmast um, at tú er farin úr Framsókn. Vit viðurkenna, at tú formliga ert fólkavaldur løgtingslimur og tí í prinsippinum kanst gera tað, tær lystir, við løgtingssessin.

Vit fara kortini at loyva okkum at minna teg á, at tað einans eydnaðist at byggja Framsókn upp – og enntá at vinna ikki færri enn tveir tingsessir á løgtingsvalinum – tí at nógvar góðar liberalar tjóðskapar kreftir tóku seg saman um eina neyðuga og tiltrongda søk.

Undirritaðu eru stovnarar, nevndarlimir, hini valevni floksins til løgting og býráð umframt fólk, sum hava lagt bæði stóra arbeiðsorku og hjartað í Framsókn. Vit, sum hava valt at stríðast fyri liberalu hugmyndini, eiga at fáa ein møguleika at fremja okkara politisku ætlanir umvegis flokkin, og vit heita tí á teg um at geva hesum nýggja liberala tjóðskaparliga átakinum ein møguleika.

Nú tú hevur valt at taka annan tingsessin frá flokkinum og gera hann til tín egna, veitst tú, at einki samsvar er millum tað, tú tekur úr flokkinum, og tann lutin, sum tú hevur lagt í stríðið fyri at byggja flokkin upp ella tær persónligu atkvøðurnar, tú fekst á løgtingsvalinum.

Vit heita á teg um at geva okkum arbeiðsfrið og at geva Framsókn aftur tingsessin og teir nevndarsessirnar, sum flokkurin skal brúka fyri at kunna arbeiða.«

Skrivað undir brævið hava:

Eyðna L. Hansen

Eli Christiansen

Finn Jensen

Hanna Jensen

Hans Norðfoss

Harriet Davidsen

Óluvá Waagstein

Poul Clementsen

Poul Michelsen

Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

Ólavur í Búrstovu

Ólavur Olsen

Kristina Ejdesgaard

Ríkin N. Djurhuus

Rúni Sundberg Patursson

Súsanna Køtlum

Ruth Vang

Sámal Petur í Grund

Sunneva Háberg Eysturstein

Dorit Hansen

Birita á Løgmansbø Bláhamar

Tróndur Djurhuus

Karlot Hergeirson

Hjørdis Viberg

Øssur Christiansen