Vilja hava harðari revsing fyri at planta hassj

Narkopolitiið leggur upp til at fáa nógv harðari revsing fyri at hava hassjplantur, enn dómarnir higartil hava verið

Narkopolitiið hevur sent eitt úrval av hassjplantunum, sum hald varð lagt á í seinastu viku, til Danmarkar at kanna. Bæði fullvaksnar plantur, hálvvaksnar og nýggjari skot.
Kanningar gjørdar í Danmark vísa, at miðal úr hvørji plantu kunnu vinnast 75 gramm av hassji.
Hassj kostar á gøtuni í Føroyum í dag 250 krónur grammi, og hevði hassj verið vunnið úr øllum plangunum, sum funnar vóru í Klaksvik, kundi samanlagdi søluprísurin verið umleið 1,2 mió. krónur.
Sjálvt um nøgdin var so stór, metti narkopolitiið ikki, at grundarlag var fyri at krevja tann skuldsetta mannin varðhaldsfongslaðan, millum annað tí at dómarnir í slíkum málum hava ikki verið so strangir.
Narkopolitiið arbeiðir við at útgreina upplýsingarnar, so dómsvaldið í Føroyum kann útarbeiða sær ein rættarpraksis. Hassjplantur verða javnan funnar í størri og smærri nøgdum.
Maðurin, sum átti størstu hassjplantasjuna, sum higartil er funnin í Føroyum, fekk átta mánaða fongsulsrevsing. Tann dómarin var ikki bara fyri hassjplantasjuna.
Politiið heldur ikki, at tann revsingin stóð mát við álvaran av brotsverkinum.