Vilja hava EM fyri U21 flutt úr Ísrael

62 kendir fótbóltsspælarar krevja nú, at evropameistarakappingin fyri U21-landslið verður flutt úr Ísrael.

-Vit gera hetta í samhaldsfesti við fólkinum í Gaza, sum livir undir herseting, og sum ikki fær rætt til vanlig mannarættindi og frælsi, skrivar Frederic Oumar Kanouté, sum er ein av stigtakarunum til kravið.

UEFA hevur ásett, at EM fyri U21-landslið verður í Ísrael í døgunum frá 5. til 18. juni næsta ár, men fleiri hava sáað iva um, hvussu rætt tað er at hava eina so stóra kapping í einum øki, sum av og á er sum eitt krígsøki. Teir 62 fótbóltsspælararnir, sum hava skrivað undir kravið til UEFA, vísa millum annað á, at tann 10. november doyðu fýra fótbóltsspælæarar í Gaza, tá ísraelsmenn bumbaðu ein ítróttarvøll har.

Millum teir 62, sum hava skrivað undir kravið um at flyta EM fyri U21-landslið úr Ísrael, eru

Eden Hazard, Chelsea

Demba Ba, Newcastle

Yohan Cabaye, Newcastle

Alou Diarra, Marseille

Didier Drogba, Shanghai Shenhua

Papiss Cissé, Newcastle

Mbaye Niang, SM Caen

Momo Sissoko, PSG

Djimi Traore, Marseille

Jérémy Menez, PSG.