Ein heilur árgangur skal ongantíð roykja. Tað ætlar fólkaheilsuráðið at syrgja fyri við einum serligum átaki.
Í næstu viku fer eitt átak í gongd, sum skal fáa tey børnini, sum vórðu fødd í árinum 2000, at lata vera við at roykja. Tað vil siga, at tey ongantíð skulu hava smakkað tubbak.
Ætlandi fer Fólkaheilsuráðið út í hvønn krók í landinum, har ráðið hevur sítt læraraumboð í hvørjum tí einasta skúla í landinum.
Átakið er ikki byrjað enn, men longu nú sigur Fólkaheilsuráðið, at talan er um eina sólskinssøgu.
- Tað eru so nógv tekin í løtuni um bata viðvíkjandi ungum og royking, at vit ikki hava grund til annað, enn at trúgva uppá tað, vit fara í gongd við nú, sigur Ólavur Jøkladal úr Fólkaheilsuráðnum.
Í 2002 var talið av teimum vaksnu í Føroyum, ið royktu, rættiliga stórt, tá talið var nakað undir 40 prosent. Hetta talið liggur nú á umleið 24 prosentum.
Í tíðindasendingini á middegi á Rás2 í gjár greiddi Ólavur Jøkladal millum annað frá, hvat tey fara at gera fyri at fáa ein heilan árgang til ongantíð at roykja. Hoyr innslaið niðanfyri.










