Nú skulu tiltøk setast í verk við tí endamáli at tryggja, at almennar verkætlanir ikki fara av sporinum.
Tí hava teir fýra løgtingsgrannskoðararnir, Reimund Langgaard, Joen Magnus Rasmussen, Kristin Michelsen og Høgni Hoydal, lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa betur skil á almennar byggiverkætlanir. Teir vilja hava Løgtingið at samtykkja, at fáa landsstýrið at smíða lógir, sum ”tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiætlanir verða framdar”.
Tá ið hesar lógir eru smíðaðar, skulu tær leggjast fyri Løgtingið til viðgerar.
Løgtingsgrannskoðararnir staðfesta, at ein kanning skjalprógvar, at seinnu árini eru almennar byggiætlanir lopnar fullkomiliga av lunnum.
Í hesum sambandi vísa teir á, at tað er komið fyri, at yvir 100 milliónir eru nýttar út um tað, sum Løgtingið upprunaliga hevur játtað og tað er komið fyri, at verkætlanir hava kostað meiri enn tvær ferðir tað, sum upprunaliga varð játtað.
- Verklagslógir eru antin ikki gjørdar ella ikki fylgdar, soleiðis sum reglurnar áseta.
- Løgtingið hevur fingið skeivar, vantandi ella villleiðandi upplýsingar.
- Peningur er játtaður uttan neyvari útgreiningar av kostnaði og uttan greiða byggiskrá.
- Tíðarætlanir halda ikki.
- Størri verkætlanir eru byrjaðar við eykajáttan – og uttan verklagslóg og neyva fyrireiking ella meting.
- Eftirlitið og ábyrgdin hjá landsstýrisfólki og embætisverki hava verið vantandi og ógreið.
Løgtingsgrannskoðararnir halda, at hesi viðurskifti eru so álvarslig, at tað er neyðugt at taka ítøkilig politisk stig fyri at fáa skil á hesi viðurskifti.
|