Í fjør summar samtykti havna-og vinnunevndin hjá Vágs býráði uppskot um at gera ein vinnudag fyri vinnuna í Vági. Uppskotið varð væl móttikið, og nevndin var samd um, at arbeiðast skuldi víðari við uppskotinum saman við starvsfólkunum í Miðlatúni.
Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna-og vinnunevndini, vísir á, at tey í Miðlatúni leypandi hava arbeitt við uppskotinum um vinnudag, sum liður í ætlanunum at menna samstarvið millum kommununa og vinnulívið.
- Úr hesum ætlanum kom eisini Business Vágur, sum er ein tænasta fyri vinnuna og sum arbeiðir fyri, at íverksetarar og vinna fáa hjálp og betri umstøður at mennast víðari.
Starvsfólkini í Miðlatúni hava nú sett saman eina ætlan fyri vinnudagar, har ætlanini eisini er at fáa Vágs skúla við.
- Luttøkan hjá Vágs skúla er fyri, at næmingar kunnu síggja, hvørjir møguleikar eru í Vági at fáa lærupláss, og hvat krevst fyri eitt nú at fáa eina handverkara-ella skrivstovuútbúgving, sigur Marin H. Gårdlykke.
Hin 4. mars verður so tann fyrsti vinnudagurin í Vági, og eftir tað eru næmingar við Vágs skúla bjóðaðir at tosa við vinnuna í Vági. Í Vági siga tey, at meira verður kunnað um forvitnisliga tiltakið seinni.
- Eitt annað ítøkiligt tiltak til vinnuna í Vágs kommunu var kaffiprátið í Miðlatúni herfyri, har havna-og vinnunevndin bjóðaði vinnurekandi á gátt til ein drekkamunn. Hetta var eitt tiltak, sum vinnan tók væl undir við, siga tey í Vági.