- Nú síggja vit ítøkiliga, hvat formaður javnaðarfloksins Aksel V. Johannesen meinar við, tá hann førir fram, at ríkidømi Føroya skal deilast javnari ímillum Føroyingar.
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, er ikki sørt speisk, tá ið hon umrøður nýggjasta útspælið hjá Javnaðarflokkinum um at lækka skattin hjá føroyingum.
Javnaðarflokkurin hevur sett sær sum mál, at øll barnaansing í Føroyum skal verða ókeypis, men longu næsta ár skulu øll gjøld niður í helt. Fíggingin skal finnast við at marka ein part av tí, samgongan ætlar at alivinnan skal rinda í landskassan næsta ár, til kommunurnar at lækka gjøldini við.
Elsebeth Mercedis heldur, at hetta er ein skattalætti til tey ríku í Føroyum.
- Javnaðarflokkurin vil geva millióningum ókeypis barnaansing. Og við tað, at flest fólk búgva í høvuðsstaðnum, fara pengarnir har. Hetta var alt reypið, so vita vit tað, sigur løgtingskvinnan fyri Fólkaflokkin.
- Javnaðarflokkurin vil nú, at øll tey ríku skulu hava ókeypis barnaansing. Tað vil siga, at tey skulu hava ein lætta uppá 2000-2500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Ein familja við tveimum børnum fær soleiðis ein lætta uppá einar 5.000 krónur. Ikki smávegis , sum javnaðarflokkurin nú vil forkela tey ríku í samfelagnum, leggur hon afturat.
Hon sigur, at tey, sum fáa ókeypis barnaansing í dag, eru tey, sum hava eina inntøku undir 244.000 krónur um árið, ella ella 20.333 krónur um mánaðin.
- Síðani minkar stuðulin stigvíst, til inntøkan er 293. 000 krónur um árið, tá ið tey rinda fult gjald fyri barnaansingina. Men í løtuni verður arbeitt við, at broyta skipanina soleiðis, at hámerkið verður hækkað upp til 390.000 krónur.
- Hetta fyri at lætta um hjá lág- og miðalinntøkum, sigur Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir.
- Nú vil javnaðarflokkurin avtaka hetta hámarkið og geva millióningum ókeypis barnaansing. Enntá tey, sum ikki gjalda skatt í Føroyum skulu hava ókeypis barnaansing, leggur hon afturat.
Hon staðfestir, at Javnaðarflokkurin ætlar, at alingin skal rinda fyri ókeypis barnaansingina.
Tað er í Havn, at nógv tey flestu búgva. Sostatt við Javnaðarflokkurin, at yvirskotið frá alingini í mest møguligan mun skal gjaldast ríkastu kommunu í Føroyum, Tórshavnar kommunu, sigur Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir.
Hon heldur, at ístaðin kundi vinningurin frá alivinnuni verðið veittur sum ískoyti til kommunurnar, har alingin er.
- Á tann hátt fingu kommunurnar har aliringarnir liggja, eitt sindur burtur úr alingini, burtursæð frá teim fáu arbeidsplássunum, sigur hon.
Les eisini: Nú vil Javnaðarflokkurin gera tey ríku ríkari