Øll ferðafólk, sum koma til Føroya at fiska í áum, á vøtnum, ella á sjónum, eiga at syrgja fyri, at tráður, og allur annar fiskireiðskapur, er væl og virðiliga sóttreinsaður, áðrenn tey koma til landið. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og endamálið við tí er at forða fyri, at ein hervilig fiskasjúka kemur hendavegin.
Fiskasjúkan, IHN, er nýliga staðfest í Danmark, Finnlandi, og aðrastaðni, og hetta er fyrstu ferð, at hon er staðfest í Danmark. Í Danmark eru avmarkingar settar um allar áir, sum hava beinleiðis samband við tey alibrúkini, sum eru smittað, og harumframt tað eru serligar reglur gjørdar fyri stuttleikafiskarar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at IHN er ein sera álvarsom sjúka, som fyrst og fremst smittar laksasløg, eisini síl og atlantiskan laks.
Fellið er ofta stórt, men tað veldst um hitan í vatninum og aldurin á fiskinum. Hjá ungum fiski er deyðatalið at kalla 100 prosent og IHN kann bæði smitta frá sjúkum fiski frá og frískum smittuberum – men tað smittar ikki fólk.
Sjúkueyðkenni eru eitt óvanligt svimjingarlag, útrend eygu, dimm skræða, bleik tákn, løstir innast við fjaðrarnar og trútnaðan búk. Búkurin kann vera fullur av vætu og gøgnini bleik.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at ein smittukelda eru tráður, og annar fiskireiðskapur, sum hevur verið í sambandi við vatn og fisk, sum eru smittað.
Sjúkan er ongantíð staðfest í Føroyum, men av tí at laksur verður aldur í Føroyum, og vill síl eru í Føroyum, er neyðugt við fyrivarni, so at smittan ikki verður borin til Føroyar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan
– Tann størsti vandin fyri, at smittan verður borin til Føroya, er við tráðum, gummistivlum og øðrum reiðskapi, sum fólk hava við sær hendavegin. Men verða tráður, stivlar, og annar reiðskapur, vaskað og sóttreinsað, áðrenn ferðafólk koma til Føroya at fiska, ber til at forða fyri, at smittan kemur til Føroya, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
– Tí verður heitt á øll, sum koma til Føroya at fiska, um at vaska og sóttreinsa tráður og annan reiðskap, sum verður brúkt í hesum sambandi, áðrenn komið verður til landið.
Soleiðis vaskar og sóttreinsar tú fiskireiðskap, tráður og annan reiðskap
1. Skola og vaska tráðuna og annan reiðskap væl og virðiliga í vatni úr krananum
2. Sóttreinsa tráðuna og annan reiðskap sambært merkingini á sóttreinsingarvøruni
3. Lat tráðuna og reiðskapin torna.