Tað rakar føroysku handilsvinnuna, at føroyingar í alsamt størri mun keypa vørur á internetinum, frá útlendskum handlum.
Tað sigur Handilsvinnufelagið, og tí hevur felagið nú heitt á Jørgen Niclasen, landsstýrismann at avtaka skipanina, har fólk ikki rinda mvg og toll av smærri pakkum við vørum, tey hava keypt á internetinum.
Handilsvinnufelagið hevur ta áskoðan, at talan er um ójavna kapping, og at munur er í kappingarfortreytunum, tá ið smærri pakkar úr útlandinum verða frítiknir fyri MVG og toll.
Tey halda, at antin er MVG á eini vøru, ella er tað ikki og munur eigur ikki at vera á, um vøran er keypt í Føroyum ella úr útlandinum.
Felagið vísir á, at undan jólum vísti Posta á, at talið á pakkasendingum úr útlandinum økist.
Í 2012 var vøksturin 18% og í 2013 var hhann 20%. Nógv kemur úr Kina, men ein partur kemur eisini úr Onglandi og Týsklandi.
- Tað er eyðsæð, at henda gongdin rakar føroyska handilsvinnu, tí sum støðan er nú, er tað ógvuliga lokkandi at keypa frá útlendskum handlum, tá ið smærri pakkar verða frátiknir toll og MVG.
Tey vísa á, at eini 12 % av løntakarunum í Føroyum arbeiða í handilsvinnuni og sostatt er hon ein tann størsta vinnugreinin í Føroyum.
- Hóast búskaparligu framgongdina í samfelagnum seinastu tíðina, so er eingin serligur vøkstur í handilsvinnuni og privata nýtslan er rættiliga lág.
- Hetta er ikki gott fyri handilsvinnuna, men hetta er heldur ikki gott fyri búskaparvøksturin.
- Handilsvinnan hevur einki ímóti, at fólk keypa á netinum, men tað skal vera undir somu treytum, sum tá keypt verður í Føroyum, sigur felagið.