Í eina tíð hevur Landsverk arbeitt við at fyrireika eina verkætlan um at gera tunnil úr Kvívík til Vestmanna. Og beint fyri jól hevð Landsverk eina framløgu fyri Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu
Nakað av fyrireikandi arbeiðið er gjørt. Tunnilslinjan gekk frá vegnum omanfyri Kvívík, og kom út aftur niðri á havnalagnum í Vestmanna. Endamálið var at leiða ferðsluna til ferjuleguna í Vestmanna, haðani ferðslan so eisini kundi leiðast runt í Vestmanna og á Válinum.
##med2##
Men síðani hava røddir verið frammi um, at tað er betri at broyta linjuføringina, so at tunnilin kemur við verandi landsveg oman í bygdina í Vestmanna. Og síðani hevur Landsverk lagt eina nýggja linju.
Kanningarnar eru ikki heilt lidnar, tí ætlanin er at gera eina royndarboring aftrat, og eftir ætlan verður hon gjørd tíðliga í ár.
##med3##
Men á fundinum við kommunurnar báðar, varð uppskot sett fram at flyta tunnilsmunnan oman fyri Kvívík til Leynar ístaðin tí tað er ofta ring koyrilíkindi á vegnum oman fyri Kvívík um veturin. Verður tunnilsmunnin fluttur til Leynar, slepst undan einum parti av trupulleikanum.
Landsverk sigur á heimasíðuni, at setir samgongan sær fyri at fara undir tunnilin, verður næsta stigið at bjóða projekteringina út. Í løtuni verður mett, at tunlar kosta umleið 110 milliónir fyri hvønn kilometur av tunli. Mett verður tískil, at Vestmannatunnilin fer at kosta umleið 500 milliónir. Men enn er eingin politisk avgerð tikin um at fara undir tunnilin.













