Vilja fáa lív aftur í 173 deyðar milliónir

Ætlanin er nú at peningurin, sum stendur á kontu hjá festum kring landið nú skal koyrast í eina felags pulju, sum skal koma øllum landbúnaðinum til góðar

Ætlanin er er nú at broyta landbúnaðarskipanina soleiðis, at tær 173 milliónirnar sum standa á kontum hjá festum runt um í landinum, kunnu koma øllum landbúnaðinum til góðar.

Hetta fegnast Anna Rubeksen, forkvinna í Bóndafelag Føroya um.

Bóndafelagið hevur fingið uppskotið frá Fiskimálaráðnum til hoyringar og fer nú at gera sína viðmerkingar til málið.

Men tað er greitt, at sum heild tekur bóndafelagið væl ímóti broytingunum.

Sum støðan er nú, hevur hvørt festi sína kontu, har peningur verður settur inn á, tá ið tikið verður burtur av jørðini til byggilendi, vegir, grótbrot, ella hvat tað skal vera.

Men peningurin á kontuni kann bara brúkast til at skapa varandi virði á tí ávísa festinum, eitt nú til at byggja hoyggjhús, fjós ella annað fyri.

Og festarin skal undir øllum umstøðum betala helvtina sjálvur, tí hann kann bara fáa 50% av kostnaðinum av festikontuni.

Tilsamans standa einar 173 milliónir krónur á festikontum hjá festum kring landið, men sum støðan er nú, er skipanin so stirvin, at allur hesin peningurin er mest sum steindeyður.

Ein orsøk til hetta er, at tað eru so ómetaliga fá, sum byggja nakað á festunum.

- Nú er ætlanin at broyta skipanina so, at ein tíggjundapartur verður tikin av hvørjari festikontu um árið og settur inn á eina felagskontu.

Tað merkir at um 10 ár eru allar festikonturnar farnar inn í eina felags pulju.

Endamálið við hesi felagskontu er, at hon skal koma øllum landbúnaðinum til góðar. Tað merkir, at søkjast kann um pening av kontuni til gransking, menning, royndarvirksemi og onnur tiltøk, sum koma øllum landbúnaðinum til góðar.


MYND AV LANDBÙNAÐI


Nú skal peningurin, sum festini kring landið eiga, koma øllum landbúnaðinum til góðar. Savnsmynd