Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti við sjey málum, og Rógvi Dal-Christiansen skoraði trý mál tá lið, Fram á heimavølli vann 25-23 á botnliðnum, Víkingi.
Fram var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Fram á odda 14-7.
Tað gekk illa í hond í seinna hálvleiki, men tá samanum kom knógvaði Fram sigurin heim.
Komandi hóskvøld verður føroyingauppgerð úti í Heimaey millum liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV og Fram.
Fram er nummar níggju í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 14 stigum. Bert ein verri málúrtøka skilir teir frá Afturelding, ið er á áttanda plássinum sum gevur pláss í endaspælinum.