Skiparin á íslendska verksmiðjutrolaranum Hrafni er í øðini inn á bjargingartænastuna, tí hon sýtti fyri at senda eina tyrlu eftir einum manni, sum hevði fingið skaða umborð. Maðurin kom í eina flakamaskinu og misti eitt petti av einum fingri. Skiparin bað bjargingartænastuna senda eina tyrlu eftir manninum, men svarið var nei, tí ein lækni metti ikki málið vera nóg álvarssamt. Tað tók Hrafni seks tímar at sigla til lands við manninum.