Í sponskum miðlum verður í hesum døgum gjørt nógv burturúr støðuni í Real Madrid, har fleiri miðlar skriva, at ein spælarauppreistur er ávegis ímóti høvuðsvenjaranum Rafael Benitez.
"Marca", sum er eitt blað, sum hoyrir heima í Madrid skrivar, at Cristiano Ronaldo gongur á odda í einum spælarauppreistri, sum er rættaður ímóti Rafael Benitez. Sambært Marca hevur Cristiano Ronaldo fingið Gareth Bale, Karim Benzema, Toni Kroos, Sergio Ramos, James Rodriguez, Marcelo og Jesé í sín part.
Marca skrivar eisini, at tá spælararnir hjá Real Madrid høvdu jólaborðhald á "Fox Fox" matstovuni í Madrid noktaðu teir at bjóða venjaranum og venjaratoyminum við til jólaborðhaldið. Sambært Marca er hetta besta dømið um, at tað er kalt millum Benitez og spælararnar. Bæði Carlo Ancelotti og José Mourinho vóru bodnir við, tá teir vóru høvuðsvenjarar hjá Real Madrid, staðfestir Marca, sum eitt dømi um hvussu illa er statt við samskiftinum millum spælararnar og Benitez.