Tað skuldi vera ordiligt

– Vit meta Sigrun vera eina fyrimynd og síggja upp til hennara karrieru, siga leikstjórar

(Mynd: Rógvi Rasmussen)

Í næstu viku verður heimildarfilmurin "Heartist" um listakvinnuna Sigrun Gunnardsdóttir frumsýndur í Føroyum. Í fleiri ár hava leikstjórarnir Beinta á Torkilsheyggi og Marianna Mørkøre og upptøkumaðurin Rógvi Rasmussen arbeitt við filminum, og eftir eina privata sýning í Føroyum og sýning á donskum filmsfestivali, skal filmurin nú sýnast føroyingum.

 

Fyrsta hugskotið hjá Beintu á Torkilsheyggi, ið er verdóttir Sigrun, var at gera onkur smá videoklipp at vísa, hvussu Sigrun Gunnarsdóttir arbeiðir við list sínari, men hugskotið vaks seg bara størri.

 

 – Vit vildu ikki bara gera okkurt. Tað skuldi vera ordiligt. Marianna Mørkøre og Rógvi Rasmussen komu upp í ætlanina, og so mentist hugskotið so líðandi til at gera film um listakvinnuna. Vit ætlaðu at fylgja Sigrun í eitt ár, men tað hendi ymiskt í lívinum hjá henni, sum vit vidu hava við, og tí hava vit fylgt henni í fleiri ár. Og fimurin er blivin munandi betur av tí, sigur Beinta á Torkilsheyggi við Sosialin um vikuskiftið.

 

Hon hevði tætt samband við Sigrun Gunnardóttir, tá ið verkætlanin var sjósett, meðan Marianna Mørkøre kom inn við frískari eygum.

 

– Sigrun er vermamma mín, og tað hevur verið ein fyrimunur fyri filmin, at eg kenni hana so væl. Hinvegin hevur tað verið bæði gott og neyðugt, at Marianna, sum ikki kendi Sigrun eins væl at byrja við, kom við í verkætlanina. Samstarvið hevur bara styrkt verkætlanina, sigur Beinta.

 

– Vit meta Sigrun vera eina fyrimynd og síggja upp til hennara karrieru. Hon hevur verið kreativ, hevur fingið børn og hevur líkasum hildið fast við sítt. Tað var ein høvuðsorsøk til, at vit høvdu hug at gera hendan filmin, sigur Marianna Mørkøre við Sosialin.

 

Longri samrøða kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.

 

(Mynd: Rógvi Rasmussen)