Vildi skifta um troyggju við dómaran

Týski landsliðsspælarin Christoph Kramer uppførdi seg løgið í HM-finaluni í fótbólti – og tað av góðum grundum

Tá ið HM finalan í fótbólti varð spæld í summar, fekk 23 ára gamli Christoph Kramer ein dyggan stoyt í høvdið í fyrra hálvleiki av dystinum ímóti Argentina.

Fyrst royndi Kramer at spæla víðari, men tað varð greitt fyri øllum, at hann var púra groggy eftir samanstoytin.

Spælarar á týska landsliðnum hava, nú ein tíð er fráliðin, fortalt søgur um Kramer frá HM finaluni. Ein av teimum er málmaðurin Manuel Neuer:

- Tá sá út til, at alt var í lagi, men so kom hann yvir til mín og spurdi, um hann ikki skuldi verða málmaður, sigur Neuer.

Liðformaðun Philipp Lahm hevði eisini ein stutta samtalu við Kramer:

- Eg stúrdi ikki fyri honum beint eftir hendingina, men tá hann so kom yvir til mín og bæð meg yvirtaka liðformansbindið frá honum, hugsaði eg, at her var okkurt galið. Tá hann so royndi at skifta um troyggju við dómaran, var greitt, at hann mátti av vøllinum, greiðir Lahm frá.

Týskland vann HM finaluna á Argentina, men Kramer minnist ivaleyst lítið frá stóru hendingini, sum hann var partur av.