Vildi flyta KvF fram á leið

- Størsta hendingin fyri meg í 2018 er heilt vist góða móttøkan, sum nýstovnaða ráðgevingarfyritøkan hevur fingið, sigur Johnny í Grótinum.

In.fo hevur sett Johnny í Grótinum nakrar spurningar, nú vit eru komin til endan av 2018. Vit spyrja um nýggjárshald, góðar og minni góðar upplivingar í árinum, sum fer – og um ynskir fyri 2019.

 

Keypir tú fýrverk?

 

- Ja, eg plagi at keypa ein posa saman við miðlingadóttrini - sum oftast í síðstu løtu. Í ár fari eg helst at keypa eitt sindur eyka, tí teir báðir mest óføru nýggjársgrannarnir halda ikki nýggjárið á gøtuni í ár. So, nú mugu vit onnur taka okkum meira saman.

 

Tað sigur Johnny í Grótinum, sum fer at halda nýggjár heima við hús, har tey hava boðið nøkrum vinfólkum á gátt.

 

- Sum eg nevndi, plagdu grannarnir at gera serliga nógv burturúr her í gøtuni, sum vit hava búð hesi 10 árini, og hetta hevur verið serstakliga hugnaligt.

 

Johnny í Grótinum sigur, at tey helst eisini fara at hyggja eftir og hugleiða um nýggjársrøðu løgmans, nú vit fara inn í eitt løgtingsvalár.

 

- Ein betri biti verður eisini etin, eins og vit fara at njóta kransakøku frá Gómagott við sjampanju afturvið. Á midnátt verður so farið út at skjóta - um tað viðrar, sigur hann.

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?

 

- Størsta hendingin fyri meg í 2018 er heilt vist góða móttøkan, sum nýstovnaða ráðgevingarfyritøka mín hevur fingið, har eg eftir hálvum ári havi upplivað fleiri álitisváttanir við veksandi tali av viðskiftafólkum. Tað er ein fragd at arbeiða saman við so dugnaligum viðskiftafólkum.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2018?

 

- Keðiligasta hendingin var at fara frá sum kringvarpsstjóri. Hetta tí, at KvF er ein týðandi samfelagsstovnur við einari rúgvu av dugnaligum og fittum starvsfólkum, sum hvønn dag syrgja fyri, at vit verða meiri upplýst og tilvitaði í dagsins vitanarsamfelag. Mær dámdi veruliga væl at flyta stovnin fram á leið, men tá uppbakningurin í stýrinum byrjaði at skinkla, visti eg, at stundin var komin til at finna okkurt annað at gera.

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

- Málið fyri 2019 á tí professionella økinum er at flyta úr áhugaverda íverksetaraumhvørvinum í Hugskotinum í nýggj skrivstovuhølir, har eg veruliga kann fáa staðsett og kjølfest fyritøkuna við framhaldi av góða samstarvinum við viðskiftafólk míni. Likamliga ynski eg at koma í gongd aftur við renningina og renna mítt sjeynda marathon eftir at hava havt ein steðg frá langteinarenning seinastu trý árini, sigur Johnny í Grótinum.