Tann spurningin hevur Bjarni Hammer, løgtingsmaður, sett Dennisi Holm, sum er landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Í viðmerking til spurningin vísir hann á, at tilfeingisgjøld og tøkugjøld komu inn í vinnuna fyri nøkrum árum síðani.
– Tað er gleðiligt fyri Føroyar, at hesar vinnur hava ment seg so mikið, at vinnurnar hava flutt seg frá at fáa stuðul til at gjalda munandi eyka upphæddir til føroyska vælferðarsamfelagið.
– Tað verður nógv gitt, hvussu stórur partur hesi gjøld eru av samlaða bruttovinninginum hjá ávvikavist uppsjóvarvinnuni og alivinnuni, sigur Bjarni Hammer, sum sigur seg hava sett spurningin fyri at fáa staðfest, hvussu stórur partur hesi gjøldini eru av bruttovinninginum í krónum og prosentum.