Vil vita hví friðað verður út á 500 metrar

Tingmaður vil vita grundarlagi fyri at friða út á 500 metrar fyri at verja fuglalívið

Tað er Árni Skaale, løgtingsmaður, sum hevur sett Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum ein grein 52a spurning um málið.

Hann spyr soleiðis:

1) Er uppskotið til kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, grundað á røttu lógarheimildina?

2) Hvat er sum heild fuglafrøðiliga/vísindaliga grundarlagið fyri átøkunum í kunngerðini?

3) Er tað einans ferð - og ikki onnur viðurskifti og umstøður – so sum talið av bátum, sum ger órógvar fuglalívið?

4) Hvørja ávirkan hava so víðfevndar friðingar fyri tey, sum hava vinnuligt virksemi við ferðafólkum?

5) Ætlar landsstýriskvinnan at leggja so víttfevnandi friðingar fyri Løgtingið, áðrenn tær verða settar í verk?

Í viðmerkingum til spurningin vísir løgtingsmaðurin á, at landsstýriskvinnan hevur gjørt uppskot til kunngerð, sum víðkar friðingarnar, sum vórðu gjørdar rundan um ramsar-økini við Føroyar.

– Lógarheimildin, sum hesar friðingar eru grundaðar á, tykist í høvuðsheitum at vera ætlað til regulering í sambandi við oljuvinnu. Tískil metir undirritaði, at tað er eitt sera víðfevnt tiltak at gera generellar friðingar, sum eru grundaðar á eina lógarheimild, sum upprunaliga tykist at hava annað høvuðsendamál, sigur Árni Skaale.

– Harafturat eru fleiri onnur atlit, sum eiga at verða tikin við, tá generellar ásetingar verða gjørdar. Serliga um lógarheimildin, sum friðingarnar eru grundaðar á, eru ivasom, heldur hann.

– Spurningurin er tí, um hetta átti at verið lagt fyri Løgtingið.

– Orsakað av ivamálunum, sum hendan kunngerðin er grundað á, setur undirritaði hesar spurningar, sigur Árni Skaale, løgtingmsaður fyri Fólkaflokkin.