Vil vita hví bara fólk í Havn sleppa framat

Bill Justinussen stúrir fyri, at tað er ein vandi, at bara akademikarar í Havnsleppa framat

Hví eru tað bara fólk, sum búgva og arbeiða í Havn, sum eru við í nevndini, sum, nú skal gera eina nýggja skattaskipan.

 

Tað vil Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, nú hava av vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

 

Hann spyr um tað ikki er vandi fyri at viðkomandi skattasjónarmið, sum mennast og virðast uttanfyri høvuðsskaðarøkið, fara at mangla í arbeiðnum hjá nevndini.

 

Hann vil eisini hava at vita, hví tað bara eru akademikarar í nevndini, og um landsstýriskvinnan heldur, at bara fólk við hægri útbúgvingum eru egnað at sita í nevndini?

 

Tað eru heldur ongi umboð fyri kommunurnar í nevndini, ongi umboð fyri vinnulívið, ongi umboð fyri verkafólki og ongi umboð fyri ungdómin

- Tað er hugvekjandi, at allir limirnir í nevndini búgva og arbeiða í høvuðsstaðarøkinum, heldur tingmaðurin.

 

Hann heldur, at sjónarmiðini um, hvussu skattur skal áleggjast, eru sera ymisk í landi okkara.

 

- Í økjum, har vinnulívið er sterkt, eru nøkur sjónarmið ráðandi, sum sjáldan vinna vegin fram til heitu stólarnar á almennu skrivstovunum í høvuðsstaðnum.

 

- Í økjum, har talið av tímaløntum verkafólki lutfalsliga er høgt, eru somuleiðis nøkur sjónarmið ráðandi, sum sjáldan vinna vegin fram til flógvastu stólarnar í almennu umsitingini.

 

- Millum tey ungu, sum antin arbeiða ella ganga í miðnám, eru somuleiðis sjónarmið at finna, sum ikki eru serliga væl hoyrd í ovastu leiðslu landsins.

 

- Sum heild bendir samansetingin av nevndarlimum á, at fleiri týðandi og viðkomandi sjónarmið á skattaøkinum fara at verða lítið viðgjørd, meðan onnur sjónarmið fara at verða sera væl og enntá í ov stóran mun umboðað.
 
Bill Justinussen heldur, at skal arbeiðið í eini skattanevnd hava tyngd, vekt og undirtøku, bæði á Løgtingi og í fólkinum, er neyðugt, at øll viðkomandi sjónarmið verða vigað og viðgjørd á so sakligum og óheftum grundarlagi, sum gjørligt.
 

Í nevndini sita: Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum er formaður, og annars eru tey, Herit Albinus, búskaparfrøðingur og limur í búskaparráðnum, Jóannes Jacobsen, adjunktur í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, Erika Hayfield, sum er útbúgvin í marknaðarføring og sum er adjunktur í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum, Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni, Mirjam Haraldsen, grannskoðari og Petur Alberg Lamhauge, fyrrverandi aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.