Nú skal eitt partafelag stovnast til at fyrireika, og at gera, undirsjóvartunnil til Suðuroyar Tað er endamálið við einum uppskoti, Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt fyri Løgtingið í dag.
Í hesum sambandi vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at Landsstýrið skal leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna partafelag, sum skal byggja og reka undirsjóvartunnil til Suðuroynna.
Bjarni Hammer sigur, at ein Suðuroyartunnil er ein fortreyt fyri at tryggja vøkstur og betri trivnað í Suðuroynni.
Hann sigur, at kanningar í Noregi vísa, at trivnaðurin økist, tá ferðasambandið batnar, tí fólk fáa størri virkisfrælsi og føla seg ikki so avbyrgd frá restini av samfelagnum, sum áðrenn, sigur hann.
Hann heldur, at vit kunnu hugsa okkum, at tað sama verður galdandi fyri suðuroyingar.
Hann vísir eisini á, at ein arbeiðsbólkur hevur víst á, at tað hevði týdning at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, meðan arbeitt verður við Sandoyartunlinum.
Arbeiðið at bora Sandoyartunnilin verður væntandi liðug síðst í 2021, so tunnilin kann takast í brúk í 2023.
Men fyrsti liður í at gera undirsjóvartunnilin til Suðuroynna til veruleika, er at stovnseta partafelagið, sum skal gera og reka tunnilin.
Verður farið undir arbeiðið at bora Suðuroyartunnilin í 2023, kann tað verða koyrandi er til Suðuroyar í 2030.
– Tá er Smyril 25 ár, og tá verður hann neyvan tíðarhóskandi, og fer neyvan at lúka altjóða krøv, sum tá vera, og krøv frá ferðafólki til trygd og dygd, heldur Bjarni Hammer.
Ein íløga í ein nýggjan tíðarhóskandi Smyril verður ikki undir 800 milliónir krónur. Og løgtingsmaðurin sigur, at verður hesin peningur ístaðin skotin í ein Suðuroyartunnil sum partapeningur, svarar hetta til ein partapening upp á 27 prosent.
Tað lættir munandi um skuldarbyrðuna hjá partafelagnum, samstundis sum fast samband til Suðuroynna ikki krevur størri íløgu á fíggjarlógini enn hana, sum skuldi verið gjørd kortini, sigur Bjarni Hammer.