Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at loyva sonevndu ATVarunum at koyra á landsvegunum.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jørgen Niclasen, at verðin flytur seg alla tíðina og menningin við. Innan arbeiðsamboð er menningin illum annað at gera tunga arbeiðið lættari.
Eisini innan jarðarbrúk er menningin stór. Seinnu árini eru nógvar bóndasúkklur, eisini nevndar ATV (All Terrain Vehicle) komnar til Føroya. Hesar eru sera góð arbeiðsamboð í bø og haga. Mangan ovurtungu byrðarnar kunnu nú flytast á staðið við bóndasúkklum, sum eru sera væl egnaðar í bø og haga. Traktorar hava verið nógv brúktir, men traktorar hava avmarkingar við síni stødd og eisini í prísi.
- Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu reglurnar eru í ymisku ES-londunum, men í øllum ES hava bóndasúkklurnar rætt at koyra á vegnum, hetta sambært ES-direktivi. Har kunnu tær skrásetast við nummarplátu og koyra sum motorsúkklur, ella tær koyra uttan nummarplátu, men hava tá avmarking við ferð. Í seinnu ásetingini er avmarking um, at bóndasúkklurnar tá bert kunnu koyra á vegnum til og frá arbeiðsstaði, á verkstað ella líknandi. Sama rætt sum t.d. traktorar hava í Føroyum, sigur Jørgen Niclasen i viðmerkingunum.
Fyriliggjandi uppskot hevur bert hesa seinnu ásetingina fyri Føroyar nevniliga, at bóndasúkklur (ATV) kunnu bert koyra á vegnum, tá talan er um koyring til og frá arbeiðsstaði, á verkstað ella líknandi koyring. Talan verður sostatt bert um loyi at koyra á vegnum í sambandi við arbeiðsuppgávur. Eisini sigur uppskotið, at ikki er loyvt at koyra meira enn 45 km/t, tá koyrt verður á vegnum. Hetta er sama ferð, sum t.d. scootarar hava loyvi til á føroysku vegunum.
- Higartil hava traktorar havt loyvi at koyra á føroysku vegunum, meðan eigari av bóndasúkklu hevur verið noyddur at fáa amboðið upp í viðfestivogn, fyri síðan við bili at sleipa frá heimi til haga ella traðarstykki. Ein trupul avmarking, sum t.d. øll ES-lond hava strikað, sigur Jørgen Niclasen.
- Í Føroyum hava bert bóndasúkklur við ES-nummarplátu loyvi at koyra á vegnum. Fleiri av hesum hava koyrt á føroysku vegunum. Uppskotið leggur upp til avmarkað loyvi til føroyaskar bóndasúkklur á vegnum, sigur Jørgen Niclasen í vikðmerkingunum til uppskotið.