Sheikh Mohammed bin Rashid al-Maktoum telist millum heimsins ríkastu menn, og nú er váttað, at hann ætlar at keypa Liverpool FC. Ætlaði keypsprísurin sigst liggja um 5 mia kr., men tað er tó lítið av miklum hjá einum manni, sum væl og virðiliga kann matcha eitt nú Roman Abramovich í Chelsea.
Stjórin í Liverpool, Rick Parry, sigur, at verður handilin veruleiki, kann hetta gerast lykilin til framtíðina hjá felagnum. Bæði tá um ræður at styrkja fíggjarstøðuna, og tá tosað verður um møguligan nýggjan leikvøll.
Um so er, so er hetta ikki fyrsta enska íløgan hjá al-Maktoum og felag hansara, DIC. Fyri stuttum keypti felagið nevnliga Madame Tussauds savnið fyri á leið 8 mia kr., eins og felagið hevur keypt hotelketuna, Travelodge.