Vil ikki spæla meira Fifty Shades of Grey

Norðurírski sjónleikarin Jamie Dornan skal hava boðað frá, at hann verður ikki við i fleiri Fifty Shades of Grey filmum

32 ára gamli norðurírski sjónleikarin Jamie Dornan hevur leiklutin sum vinnulívsmaðurin Christian Grey í filminum Fifty Shades of Grey.


Men líkt er ikki til, at Jamie Dornan er hugaður at halda fram í hesum leikluti í komandi filmum.

Jamie Dornan skal hava boðað framleiðarunum av Fifty Shades of Grey frá, at hann ætlar sær ikki at halda fram í filmsrøðini. Slaturin gongur um, at tað er kona Jamie Dornan, sum er misnøgd við, at hann hevur átikið sær leiklutin.

Spurningurin er so, um Dornan sleppur undan leiklutinum, tí tað hevur verið frammi, at hann skal hava bundið seg til at spæla við í trimum filmum í røðin Fifty Shades of Grey.