Skuldin hjá Sunda Kommunu er ikki omanfyri álíkningina, sigur Heðin Zachariasen, fyrrverandi borgarstjóri, sum heldur biður Fíggjarmálaráðið hyggja at síni egnu fíggjarstýring Tað vóru kontan orð, sum Fíggjarmálaráðið hevði at bera í tíðindaskrivi um kommunalu roknskapirnar.
»Gongdin farna árið vísir greitt, at politiska leiðslan í nógvum kommunum í góðu tíðunum í ov stóran mun hevur manglað skynsemi, tá tað um útreiðslur og inntøkur ræður«.
Soleiðis verður tikið til í tíðindaskrivinum, har níggju kommunur verða listaðar upp á yvirliti yvir mest skuldarbundnu kommunurnar. Altso kommunur, sum skylda meira enn eina álíkning.
Men hetta vil Heðin Zachariasen ikki hava sitandi á sær.
- Sunda Kommuna hevði - tá hon varð samanløgd - eina skuld upp á 48 milliónir. Hendan skuld er nú komin niður á 42,5 milliónir, og tað er neyvt tað sama, sum skattainntøkan av persónsskatti var í fjør. Og tað var við einum skattaprosenti upp á 20,6, har ein álíkning verður roknað sum 23%. Hartil hava vit eisini inntøku av partafelagsskatti, so samlaða inntøkan var í fjør 45,5 milliónir. Og við verandi gjaldsavtalu við banka okkara er hendan skuldin burturi um 10 ár.
- So eg haldi ikki, at Sunda Kommuna skal leggjast undir vantandi skynsemi. Veruleikin er eisini, at vit hava bygt eitt røktarheim fyri 22 milliónir. Hjá øllum øðrum kommunum eru røktarheim plaserað í sjálvsognarstovnar, sum soleiðis ikki framganga av roknskapinum. Høvdu vit valt somu loysn, var skuldin hjá kommununi bara góðar 20 milliónir á pappírinum. Hinvegin liggur felagsskúlin uttanfyri roknskapin, og har er okkara partur 16 milliónir, sigur Heðin Zachariasen.
Og hann leggur afturat, at hann ikki heldur, at Fíggjarmálaráðið skal harta Sunda Kommunu.
- Tey lán, sum okkara kommuna hevur tikið, eru einvíst nýtt til íløgur. Og tað er í øllum førum meira, enn tú kanst siga um Fíggjarmálaráðið, har tey tosa um at taka lán til raksturin, sigur fyrrverandi borgarstjórin í Sunda Kommunu.









