Forsætisráðharrin í Japan vil ikki hava forsætisráðharraløn, fyrr enn myndugleikarnir hava fingið fulla greiði á støðuni á Fukushima-kjarnorkuverkinum. Hann fær tó ta regluligu lønina sum tingmaður.
Kan sigur, at stjórnin og leiðslan í orkufelagnum TEPCO, sum rekur verkið, hava stóra ábyrgd av tí, sum er hent.
-Eg biði um umbering fyri mín lut í hesum. Eg havi gjørt av at siga forsætisráðharralønina frá mær frá næsta mánaði at rokna, til vit eru komin til eina niðurstøðu í málinum við kjarnorkuvanlukkuni, segði forsætisráðharrin á tíðindafundi í dag.









