Vit eiga at seta ein minstaprís útlendskt øl, sum verður selt í Rúsuni. Tað heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og í morgun hevur hann spurt Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, um hann ætlar at seta ein minstaprís á útlendskt øl.
Hann heldur, at tað er einasti møguleikin at bjarga føroysku ølbryggjarunum, sum ongan møguleika hava at kappast í prísi ímóti risastóru, útlendsku ølbryggjarunum. Hann vísir á, at í summum førum er útlendskt øl eini 30 prosent bíligari enn føroyskt øl, og spurningurin er um vit vilja verja føroyska framleiðslu, ella um vit skulu lata bíligt, útlendskt øl, forkoma føroyskari framleiðslu.
Men tað ætlar Poul Michelsen sær ikki at gera. Hann vísir á, at Rúsan hevur 570 ymisk sløg av øli og tær kosta úr níggju krónur upp í 200 krónur fyri hvørja øl. Hann sigur, at Rúsan leggur seg eftir at hava eitt stórt úrval til viðskiftafólk at velja burtur úr.
Men hann heldur, at tað, sum er enn meiri áhugavert, er, at 81 prosent av øllum ølum, Rúsan selur, eru føroyskar øl og bara 19 prosent eru útlendskar øl.
Hann heldur, at verður hugt at tí við handilsbrillum, ber til at undrast á, hví Rúsan hevur 570 sløg av øli, tá ið 81 prosent av søluni kortini eru nøkur heilt fá sløg. Men tað er fyri at hava eitt stórt úrval hjá viðskiftafólki at velja burtur úr.
Men hetta vísir so eisini, at føroyingar eru trúgvir ímóti føroyskari framleiðslu og at útlendskar øl hava ikki vunnið sær nakran serligan marknaðarpart í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.
Annars hevur Rúsan ein púra fastan máta at rokna prísin út uppá, sama hvat slag, talan er um, men Poul Michelsen sigur, at hann fer ikki at áleggja Rúsuni halda upp at at selja ávís sløg, tí hetta snýr seg nevniliga um at geva viðskiftafólki en valmøguleika.