– Tórshavnar kommuna sendi fríggjadagin Mentamálaráðnum eitt uppskot til sølutilgongd, sum eisini ber í sær, at kommunan lutvíst umvælir skúlan, áðrenn landið yvirtekur.
Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn.
Í lesarabrævi her á in.fo (sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER) sigur hann:
– Kommunan átti langt síðani at havt tikið hetta samskifti við Mentamálaráðið upp. Men vit mugu bara bíða, brynja okkum við toli og síggja, hvussu leikur fer. Tey neiligu siga, at gomlu skúlarnir verða ikki nóg góðir, hóast teir verða umvældir, men tey jaligu síggja møguleikar í verandi skúlum, bara teir verða nútímansgjørdir.
Síðani vísir han á, at vit hava tveir møguleikar. Ein er at umvæla teir tríggjar gomlu skúlarnar, so næmingarnir aftur fáa virðiligar umstøður. Tað kann kanska gerast fyri tilsamans 200-250 milliónir krónur yvir nøkur ár.
– Tað hóskar væl inn í trivnað og lív í miðbýnum, at Kommunuskúlin veður varðveittur har, eins og Sankta Frants eisini liggur har. Í miðbýnum kunnu vit so fokusera upp á ferðslutrygd og trivnað ístaðin. Venjingarskúlin liggur væl fyri hjá børnum í Vesturbýnum, og hann skal sjálvandi umvælast, so hann eisini verður ein nútímans skúli, har næmingar og lærarar trívast, heldur Bogi Andreasen.
Hin møguleikin sambært honum er at byggja ein nýggjan væl útgjørdan Vesturskúla við øllum hentleikum, har møguleiki verður at byggja út, um tørvur verður á tí seinni.
– Skal ein Vesturskúli koma upp á tal, so má býráðið í stundini finna eina skilagóða búskaparliga loysn, so verkætlanin kann fara í gongd. Vit politikarar eiga nú at vísa ábyrgd og taka støðu, so næmingar, foreldur og lærarar í miðbýarskúlunum greitt fáa at vita, hvat býráðið ætlar, og hvat tey kunnu vænta sær, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin.
Greinin hjá Boga Andreasen kann lesast í fullum líki VIÐ AT TRÝSTA HER