Vil hava kanning um flóttafólk í Føroyum

Løgmaður vil kanna avbjóðingarnar og møguleikarnar í sambandi við flóttafólk í Føroyum

Løgmaður vil nú hava Johan Dahl, landsstýrismann í útlendingamálum, at samskipa arbeiðið at greina og lýsa spurningin um at fáa flóttafólk til Føroya.

Og tað skal landsstýrismaðurin gera í samráð við danska løgmálaráðharran og landsstýrismannin í neyðhjálparmálum, Karsten Hansen.

Tað sigur løgmaður, nú Bjarni Djurholm, tingmaður, hevur biðið hann útgreina tað, hann segði í nýggjársrøðuni um at fáa flóttafólk til Føroya

 

- Eg havi borið uppá mál við Johan Dahl um at hann, í samráð við danska løgmálaráðharran og landsstýrismannin í neyðhjálparmálum, ger eina frágreiðing um møguleikar og avbjóðingar fyri at taka ímóti flóttafólkum í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Bjarni Djurholm vildi hava at vita, um løgmaður hevur nakrar metingar um, hvussu vit skulu skipa flóttafólkaarbeiði og og hvat ein flóttafólkaskipan í Føroyum fer at kosta

 

- Hevur løgmaður metingar um, hvørjar átrúnaligar, mentanarligar og fólkaræðiligar avbjóðingar fara at vera, taka við flóttafólk úr t.d. Miðeystri, spyr løgtingsmaðurin.

Og hann heldur fram: Heldur løgmaður tað ikki vera skilabetri, at vit vera við at fíggja neyðhjálp og humaniter átøk nærhendis krígsøkjunum og soleiðis veruliga hjálpa, so tað munar?

 

Bjarni Djurholm vil eisini hava at vita um løgmaður ætlar at leggja eina frágreiðing fyri løgtingið, so at aðalorðaskifti kann vera í løgtinginum um flóttafólk til Føroyar.

 

Løgmaður sigur, at spurningurin er, um vit áhaldandi bara kunnu gera okkum dælt av rættindunum í altjóða samfelagnum og ikki taka skyldurnar á okkum.

- Tað snýr seg um næstar okkara, sum noyðast at flýggja frá øllum, tey eru góð við, tí kríggj ella forfylging hóttir tey, har tey eiga heima.

 

- Eg veit, at avbjóðingin er stór. Eg veit, at fyrireikingarnar bæði eru umfatandi og drúgvar. Men kunnu vit loyva okkum at lata neyðarrópini standa ósvarað, spyr løgmaður enn einaferð.

 

Annars sigur løgmaður, at tað ber ikki til at svara spurningunum, fyrr enn eitt umfatandi kanningararbeiði er gjørt.

Og nettupp tí hevur hann tosað við Johan Dahl um at lýsa málið, saman við  danska løgmálaráðharranum og landsstýrismanninum í neyðhjálparmálum.