Verða føroyingar avlurtaðir av útlendingum? Tað spurningurin, Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, nú vil hava løgmann at at greiða frá.
Hon heldur, at hetta er eitt álvarsmál, sum almenningurin í Føroym eigur at fáa allar upplýsingar um og tí hevur hon nú biðið løgmann greiða frá málinum út í æsir.
Hon sigur, at tað er greitt, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni umfatandi upplýsingar um danskar borgarar. Hetta hevur eitt nú fingið avleiðingar fyri starvsfólk í donsku fregnartænastuni.
– Samstundis hava núverandi landsstýri og samgonga samtykt eina nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar, sigur Kristina Háfoss.
Tí vil hon nú hava løgmann at at lýsa málið út í æsir, og hon vil eisini hava at vita, hvat verður gjørt fyri at verja føroyskar borgarar, og vinnufyritøkur ímóti avlurting.
Sostatt vil hon hava løgmann at greiða frá um danska fregnartænastan hevur atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella føroyskum vinnufyritøkum í Føroyum. Hon vil eisini hava at vita um nøkur fráboðan er komin til landsstýrið um at føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur í Føroyum kanska hava verið avlurtað.