– Ja, eg eri fyri, at øll Vágoyggin og Mykines lógu saman í einari og somu kommunu. Hetta hevði givið okkum eina størri fíggjarliga styrki og hevði flutt okkum longur fram á leið. Sjálvur haldi eg, at hetta hevði givið okkum størri fyrimunir á ymiskan hátt.
Tað sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, í samrøðu við Sosialin. Hann heldur, at í einari møguligari samanlegging hevði ein av uppgávunum verið at ansa væl eftir smærru økjunum – og perlunum – í kommununi.
– Tær størru bygdirnar, Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur, skuldu nokk fingið sítt uppmerk semi, og uppávan hevði verið at fjálgað um og ment tey smærru økini í einari samanlagdari kommunu, sigur hann.
Sosialurin hevur eisini spurt Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í hini kommununi í oynni, Sørvágs kommunu:
– Skuldi ein slíkur spurningur yvirhøvur komið upp á tal, hevði tað verið fólkið í okkara kommunu, sum tók avgerðina – og ikki vit kommunalpolitikarar, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Lesið stóru samrøðuna við borgarstjóran í Vága kommunu í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið.
##med2##
Blaðið fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo