Oljuprísurin er farin til himmals í seinastuni, ikki minst í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Men nú vil Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava landsstýrismannin í vinnumálum at kanna um oljufeløgini eisini misbrúka støðuna til at taka sær ov stóran vinning.
– Oljufeløgini í Føroyum eru skjót at broyta prísirnar, tá altjóða prísurin á brennievni hækkar - men ikki tá hann fellur, sigur tingmaðurin. Hann sigur, at hetta er longu staðfest í eini frágreiðing hjá Kappingareftirlitinum í 2016. Men nú eiga vit øll - borgarar og vinna í Føroyum - at vita, um oljufeløgini enn taka ov høgan prís, sigur Aksel V. Johannesen.
Í løtuni eru oljuprísirnir hækkaðir nógv, og hóast tað vanliga er so, at oljufeløgini í Føroyum hava goymslur fyri lægri prís, hækkar prísurin næstan hvønn dag. Aksel V. Johannesen sigur, at hetta hendir, so hvørt sum tað verður fráboðað, at altjóða oljuprísurin hækkar.
– Tí er viðkomandi at spyrja, um tað er rímiligt, at oljufeløgini skulu sleppa at hækka prísin fyri eina vøru, sum kostaði munandi minni at keypa, sigur hann.
Gera tey tað, kann tað tulkast sum, at tey vilja misnýta eina sperda støðu og vinna pening upp á neyðina hjá føroyska samfelagnum, borgarum og vinnu, sigur hann.
Í 2016 bleiv staðfest, at føroyska samfelagið, brúkarar og vinna rinda ein eykakostnað upp á 60 milliónir krónur um árið til oljufeløgini. Hetta er eitt avkast, sum er 5-10 prosent hægri enn oljufeløgini í grannalondum okkara.
Tí skal landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen, nú kanna hesar tríggjar spurningarnar:
1. Fer landsstýrismaðurin at kanna, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís, samstundis sum tey hækka prísin?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um oljufeløgini hava størri avkast enn neyðugt og harvið áseta ein ov høgan prís til føroyskar borgarar og vinnulív?
3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við trupulleikan, um tað verður staðfest, at so er?