Tað er hent fyrr, at kvoturnar verða skipaðar sum felagskvotur, tá nógv er eftir at fiska og ikki ber til at flyta alt til árið eftir. Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Og nú vil hann hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um nøkur ætlan er um at skipa makrelkvotuna, sum er eftir, sum felagskvotu fyri at bøta um møguleikan fyri at fáa hana uppfiskaða.
Tí spyr hann landsstýrismannin, hvussu nógv er eftir av føroysku kvotuni og hann spyr eisini um tað er so, at vit standa sterkari í samráðingunu við onnur lond um vit klára at fiska kvotuna, vit hava ásett okkum sjálvum.
Hann vísir á, at føroyingar hava ásett sær eina stóra makrelkvotu í ár upp á 16 7.000 tons, men fiskiskapurin hevur verið heldur vánaligur ein part av tíðini.
– Nú makrelfiskiskapurin er í hæddini, eru onkur reiðarí, sum eru um at verða liðug við teirra eginkvotur, staðfestir løgtingsmaðurin. Hann sigur, at tað er ivasamt, um føroyingar klára at fiska alla makrelkvotuna, áðrenn sildafiskiskapurin tekur seg upp - og meðan makrelur enn er á teimum leiðum, har vit føroyingar hava rætt til at fiska hann.
Tí vil hann hava at vita um ætlanin er at gera tað, sum er eftir av kvotunum til felagskvotu fyri at bøta um møguleikarnar fyri at alt verður fiskað.