Vil hava at vita hvussu gongur við Suðuroyartunlinum

Kanningar skuldu gerast í summar og nú skal Jørgen Niclasen greiða frá, hvussu tað gongur

Hvussu gongur við arbeiðnum at fyrireika ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tað vil Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Og nú skal landsstýrismaðurin so greiða frá, frá um arbeitt verður við at gera tær kanningar, sum krevjast fyri at hann kann verða bjóðaður út, og hann skal eisini greiða frá, hvørjari tíðarætlan, arbeitt verður eftir.

Politikarar á Løgtingi eru mest sum samdir um, at tað er av alstórum týdningi, at tað verður klárt at bora undirsjóvartunnilin til Suðuroynna, beinanvegin tað er liðugt at bora Sandoyartunnilin.
Í hesum sambandi hevir Løgtingið játtað at seta fimm milliónir av á fíggjarlógini fyri í ár til at gera ymsar jarðfrøðiligar kanningar, og ymsar aðrar forkanningar, sum krevjast, áðrenn arbeiðið at gera tunnilin, kann verða boðið út.

Í hesum sambandið upplýsti landsstýrismaðurin, at, Landsverk skuldi gera jarðfrøðiligu kanningarnar í summar, sigur Bjarni Hammer
Men nú líður summarið longu væl og tí vil Bjarni Hammer hava at vita um gongd er í arbeiðnum og um kanningar verða gjørdar í ár, soleiðis sum ætlað.

Annars legði Bjarni Hammer uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna, við tí endamálið at  partafelagið kundi standa fyri fyrireikingunum.

Men uppskotið varð felt, tí samgongan helt ikki, at tíðin var búgvin at stovna partafelagið fyrrenn tey vóru komin longur við fyrireikungunum. Tær fyrireikingarnar skuldi Landsverk standa fyri og nú skal Jørgen Niclasen so greiða frá, hvussu tað gongur við teimum.