Vil hava at vita hvør hevur ábyrgdina

Tað skal ikki at henda, at oljudálking ikki verður tikin upp, bara tí at ósemja er um, hvør hevur ábyrgdina

Fleiri dømi eru um oljudálkingar, har eingin vil taka ábyrgdina. Tað staðfestir Beinta Løwe jacobsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Og nú vil hin hava at vita frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvismálum, hvat hann ætlar at gera við tað.

Tískil skal hann ein av fyrstu døgunum greiða frá, hvør tað í roynd og veru er, sum hevur ábyrgdina av rudda eftir oljudálking í náttúruni.

Men hann skal eisini greiða frá, hvør fer tað er, sum hevur evstu ábyrgdina at taka olju upp, so at hon ikki verður liggjandi, í teimum førum, tá ið tveir partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina.

– Tað eru fleiri dømi um oljudálking, ið ongin vil taka ábyrgd av, staðfestir Beinta Løwe Jacobsen.

Hon leggur afturat, at tað eru eisini dømi um oljudálking, har tveir partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina, og hvør sum sostatt skal bera kostnaðin av at taka upp eftir dálkingina

– Úrslitið er, at oljan verður liggjandi í náttúruni í mánaðir ella ár, og í ringasta føri als ikki verður tikin upp, sigur løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi.

Hon sigur, at slíkt eigur als ikki koma fyri, og tí vil hon nú hava landsstýrismannin í umhvørvismálum at útgreina støðuna.