Føroyingar skulu hava ein almennan minningardag fyri jødunum, sum vórðu tiknir av døgum undir seinna heimsbardaga, og fyri teimum, sum hava latið lív í øðrum fólkadrápum.
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og hann heldur, at hesin minningardagur skal vera 27. januar á hvørjum ári. Og nú hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta, og í hesum sambandi vil hann hava Løgtingið samtykkja at landsstýrið skal skipa fyri, at hetta verður veruleiki
Hann vísir á, at ST hevur heitt á øll lond um at hava ein almennan minningardag fyri øll tey, sum hava latið lív í fólkadrápum, soleiðis at komandi ættarlið kundu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd. Hann sigur, at 27. januar er valdur sum tann mest ímyndandi dagurin, tí henda dagin komu sovjettiskar herdeildir fram til Auschwitz. Tá vóru 9.000 fangar eftir leguni, sum hvørki orkaðu at ganga ella grulva.
– Jødatýningin undir seinna heimsbardaga, ella Holocaust, sum tað eisini verður nevnt, ímyndar øll fólkadráp, men samstundis er tað heitið á jødatýningini, sum nazistiska stýrið framdi, tá ið teir frá 1941 til 1945 drupu seks milliónir jødar, sum eitt lið í einum skipaðum rasupolitikki.
Í 2000 hevði stjórnarstevnan “The Stockholm International Forum on the Holocaust“ álagt øllum luttakandi londum at minnast ofrini í Holocaust og at heiðra tey, sum settu lívið í váða, og sum eisini lótu, lív í bardaganum ímóti Holocaust.
Danmark var eisini við á hesi stevnu, og longu í 2002 kunngjørdi Anders Fogh Rasmussen, at Danmark skuldi halda 27. januar sum minningardag teirra, sum lótu lív ella vórðu pínd undir Holocaust og øðrum fólkadrápum. Eisini fleiri onnur lond hava almennan minningardag um fólkadráp, eitt nú Bretland, Italia, Týskland og Kekkia, umframt ES sum stovnur.
Jógvan á Lakjuni vísir á, at fólkadrápini hava verið mong í 20. øld. Nøkur dømi eru:
– Hererodrápið í Namibia í 1904: 65.000 hererofólk doyðu
– Namadrápið í Namibia í 1904: 10.000 namafólk doyðu
– Armenaradrápið 1915 – 1922: 1,5 milliónir armenar doyðu
– Stalindrápini 1928 – 1953: 11 til 14 milliónir. politisk mótstøðufólk doyðu
– Holocaust 1941 – 1945: 6 milliónir jødar doyðu
– Reyðu Khmerdrápini 1975 – 1979: 1,7 milliónir kambodjanar doyðu
– Kurdadrápið hjá Saddam Hussein í 1988: 180.000 kurdar doyðu
· Rwandadrápini í 1990 og frameftir: 800.000 tutsiar doyðu
– Bosniadrápini í 1992 og frameftir: 100.000 lótu lív
– Darfurdrápini síðan 2003: Ímillum 100.000 og 300.000 lótu lív
– Føroyar og føroyingar vórðu hart raktir av krígnum, og tí hava vit eisini orsøk til at seta minningardagin í gildi í Føroyum. Ikki færri enn 150 føroyskir sjómenn doyðu beinleiðis av krígsávum og nazismuni undir seinna heimsbardaga. Og av somu orsøk sótu 239 børn faðirleys í Føroyum, sigur Jógvan á Lakjuni.