- Tað eru fólk, sum verða hildin sum trælir í Føroyum.
Tað er páhaldið hjá Jan Højgaard, formanni í Fiskimannafelagnum.
Og hesar trælir hevur hann nú sett sær fyri, at Fiskimannafelagið skal fría.
Jan Højgaard hugsar í hesum sambandi um nakrar av teimum útlendingum, sum koma til Føroya at manna fiskiskip.
– Men teir verða eisini brúktir at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði á landið, sigur hann.
Hann sigur, at, mangan búgva hesir útlendsku fiskimenn umborð á skipunum, teir eru við og í mongum førum fáa teir ógvuliga lítla løn.
– Tað er mítt páhald, at í summum førum fáa teir onga løn yvirhøvur, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Hann kallar hetta rætt og slætt trælahald og hann heldur, at tað er skyldan hjá einum fakfelag, sum Fiskimannafelagnum, at fría hesar fiskimenn úr trælahaldi, sum hann málber seg.
– Mannarættindini mugu haldast og tað er okkara skylda at gera nakað við tað.
Í hesum sambandi viðgerð stjórnin í Fiskimannafelagnum, hvussu farast skal fram í hesum fyri at bjarga hesum monnum, sum Jan Højgaard sigur.
Hann sigur, at ein møguleiki er at gera ein átaksbólk at fáa teir leysar.
- Ein møguleiki er at fáa mannarættindafelagsskapir upp í leikin, men ein annar møguleiki er eisini er at gera ein átaksbólk, sum skal fría hesar trælir.
– Eg vænti, at tað verður neyðugt at fara eitt sindur harðliga til verka, sigur Jan Højgaard.
Hann fæst ikki at nágreina hetta nærri, men spurdur beinleiðis, um ætlanin er at ganga upp á skipini fyri at fáa hesar menninar í land.
– Tað er ein spurningur, hvat vit verða noydd til, tí slíkt kann ikki fara fram í Føroyum, sigur Jan Højgaard.