Stig eiga at verða tikin til at avmarka nýtsluna av píkadekkum.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Tí spyr hann nú partamannin, Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, hvørji stig hann ætlar at taka fyri at avmarka nýtsluna av píkadekkum.
Heðin Mortensen sigur, at tað reingist ikki, at píkadekk slíta vegirnar munandi verri enn onnur dekk. Eisini verða strikur, hávatenn og onnur frámerki í vegnum brýnd burtur eftir ongari tíð, leggur hann afturat.
– Hetta ovurhonds slit elvir til stóra dálking, til skaða fyri bæði fólkaheilsuna og náttúruna, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at í Føroyum eru vegastrekkini stutt, og kuldadagarnir fáir, samstundis sum at saltingin eru framúr væl skipað. Sostatt eru ikki nógvir tímar um árið, har ísur er á nógvum vegastrekkjum, soleiðis at píkadekk geva ta eyka trygd, tey í síni tíð blivu gjørd til at geva.
– Allar hinar dagarnar geva píkarnir minni samband millum hjól og veg, og harvið verri trygd – men størri slit og dálking.
Hann vísir eisini á, at vetrardekkini verða alsamt betri ár undan ári, og í allarflestu royndum standa tey seg væl betri enn píkadekk.
Hann sigur, at í Danmark mælir FDM øllum til at nýta vetrardekk um veturin, meðan tey bert í stuttum nevna, at píkadekk eru loyvd í Danmark.
Samstundis vísir hann á, at í Týsklandi eru píkar bannaðir hóast vegastrekkini eru væl longri at rudda. Og í Hamburg er meðalhitin 0,4 stig tann kaldasta mánaðin, men longur inni í landinum, og uppi í fjøllunum, er tað nógv kaldari. Í Havnini er meðalhitin hinvegin 3,4 stig kaldasta mánaðan.
– Í Noregi er enn loyvt at koyra við píkum um veturin, men skalt tú koyra við píkum inni í Oslo, Bergen ella Trondheimi, kostar tað 35 krónur um dagin, 450 krónur um mánaðin ella 1400 krónur í ein heilan vetur.
Og tað heldur Heðin Mortensen, hevði verið ein gongd leið at gjørt í Føroyum, tí tað hevði fingið fólk at hugsa seg væl um, áðrenn tey fingu sær píkadekk undir bilin
– Tað hevði verið lætt at gjørt serskipanir, eitt nú fyri teir fáu bilar í Norðadali, og øðrum bygdum, har vegastrekkini eru so krevjandi, at tað kanska enn kann vera neyðugt at nýta píkadekk, sigur Heðin Mortensen.










