Dysturin í klaksvíkskappingini millum KÍ og Víkingur endaði við 4-2 sigri til Víking. Víkingur var á odda 2-0 í steðginum.
Andreas Lava Olsen skeyt tvey mál í fyrra hálvleiki, tað fyrra, tá eitt korter var farið, og tað seinna tá ein hálvur tími var leiktur av dystinum.
Í seinna hálvleiki fullførdi Filip Djordjevic eitt flott gjøgnumbrot við at skora til 3-0 til Víking. Tá 63 minuttir vóru farnir fekk Páll Klettskarð KÍ á talvuni, men góðar 10 minuttir seinni økti Gert Hansen aftaná trunkaspæl til 4-1 til Víking. Petur Andreassen slapp at pynta um til 2-4 fyri KÌ, tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Heimildarmaðurin hjá in.fo sigur, at talan var um eitt taktiskt klókt avrik hjá Víkingi. KÍ hevði bóltin tað mesta av tíðini, men Víkingur megnaði væl at revsa KÍ við góðum og effektivum mótálopum, tá mennirnir úr Eysturkommunu fangaðu bóltin í uppspælinum hjá klaksvíkingum.
Klokkan 15.30 spæla B36 og NSÍ.
KÍ-Víkingur 2-4 (0-2)
0-1 Andreas Lava Olsen (16.)
0-2 Andreas Lava Olsen (30.)
0-3 Filip Djordjevic (55.)
1-3 Páll Klettskarð (63.)
1-4 Gert Hansen (74.)
2-4 Petur Andreassen (80.)