Í kvøld skulu øll trý tey føroysku feløgini í Europa Conference League í eldin. Heitast verður hjá Víkingi, sum skal spæla móti Europa FC á Gibraltar. Veðurforsøgnin sigur 25 hitastig, tá spælararnir renna á vøllin klokkan 16.
Víkingur vann fyrra dystin 1-0 við framúr máli, sum Olaf Bárðarson skoraði upp á beinleiðis fríspark. Í seinna hálvleiki hevði Víkingur stórar málmøguleikar til at vinna við bæði fýra og fimm málum, men av onkrar orsøk fingu teir ikki bóltin í málið.
Ferðalagið fór avstað mánamorgunin og slapp undan stóru bíðitíðini. Umvegis París kom ferðalagið vegin fram til Malaga í Spania, har liðið hevur gist. Tað er uttan venjaran, Jóhan Petur Poulsen, sum er eftir í Føroyum. Tí verður tað Rasmus Nolsøe, sum hevur evstu ábyrgdina.
Víkingur hevur at síggja til allan hópin tøkan til dystin. Andreas Lava Olsen hevur ikki vant nógv í seinastuni, men spældi ein lítlan hálvan tíma í 1-0 sigrinum á Tórsvølli. Stóra avbjóðingin hjá Víkingi liggur í nógva hitanum og turra vøllinum, sum er ikki er lættur at spæla fótbólt á.
Stendur Víkingur royndina í dag, skulu teir møta vinnaranum av uppgerðini millum slovakiska Dunajská Streda og norðurírska Cliftonville. Her vann Dunajská Streda fyrra dystin á útivølli 2-1.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##