Víkingur Reykjavík leikti javnt móti írsku meistarunum

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir fingu ikki besta útgangsstøðið til returdystin í Írlandi

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík leiktu í kvøld fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League á Víkinga-vøllinum í Reykjavík.

 

Dysturin móti írsku meistarunum, Shamrock Rovers endaði við javnleiki 0-0, so Víkingur fekk ikki besta útgangsstøðið til returdystin í Írlandi í komandi viku.

 

Víkingur hevði 11 royndir á málið hjá Shamrock, meðan írska liðið bert hevði tríggjar. Víkingur rakti træverkið, og Gunnar hevði ein góðan stútara. Víkingur hevði eisini heili 17 hornaspørk. Shamrock hevði onga roynd innanfyri málrammurnar.

 

Returdysturin verður leiktur í Írlandi komandi týskvøld klokkan 20.