VIDEO: Zlatan legði fyri við dreymamáli

(Video) Síggj fyrsta málið Zlatan Ibrahimovic skoraði fyri LA Galaxy. Talan var um eitt dreymahøgg

Zlatan Ibrahimovic gjørdi vart við seg í sínum fyrsta dysti fyri LA Galaxy í Major Soccer League í USA.

 

Hann gjørdist stóra hetjan í grannauppgerðini millum Los Angeles Galaxy og Los Angeles FC.

 

Zlatan javnaði til 3-3 við einum dreymahøggi úr 40 metrum. Zlatan kom á vøllin í 71. minutti, og bert seks minuttir aftaná hevði hann skorað fyrsta málið fyri LA Galaxy.

 

Í 90. minutti gjørdist Zlatan match-vinnari við einum góðum stútari, og var hann stórliga fagnaður av LA Galaxy viðhaldsfjøldini, sum nevnir sína nýggju hetju "El Trafico".

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj dreymahøggið hjá Zlatan, tá hann javnaði til 3-3.

 

Trýst HERog síggj vinnandi málið hjá Zlatan.

 

Los Angeles FC var annars á odda 3-0, so fyri teir var talan um eitt risastórt vónbrot at tapa ímóti Los Angeles Galaxy.