VIDEO: Vøkur sending hjá Gidsel førdi til gott mál hjá Hákuni

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Füchse Berlin-Stuttgart 37-22 (13-1632

Tá Gidsel loksins fann Hákun úti á veinginum í 47. minutti gjørdist talan um eitt framúr vakurt mál

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu fyrr í dag á heimavølli í Max Schmeling høllini 37-32 á Stuttgart. Í steðginum var Stuttgart á odda 16-13, sostatt vann Füchse Berlin seinna hálvleik 24-16.

 

Hákun fekk einki at arbeiða við úti í veinginum fyrrenn seinastu 13 minuttirnar av dystinum, men tá var hann effektivur. Hákun fekk fýra málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Hákun legði eisini upp til eitt mál, og hann vann í einum føri bóltin frá Stuttgart, tá teir vóru í álopsstøðu. Tað er eitt sonevnt "Steal".

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 2:23 minuttir sæst ein framúr góð sending hjá Mathias Gidsel, ið førdi til eitt hegnisligt mál hjá Hákuni. Eitt framúr mál:

 

##med2##

 

Tá Gidsel loksins fann Hákun úti á veinginum í 47. minutti gjørdist talan um eitt framúr vakurt mál